Aftur til yvirlit

Leygardagur - 20. apríl

Sunnudagur - 21. apríl

Mánadagur - 22. apríl

Týsdagur - 23. apríl

Mikudagur - 24. apríl

Hósdagur - 25. apríl

Fríggjadagur - 26. apríl

Leygardagur - 27. apríl

Sunnudagur - 28. apríl

Tónleikur

Felags morgunsangur í Skála skúla

Skála skúli
10:00
Ókeypis
Felags morgunsangur og framførsla hjá skúlakórinum. Næmingarnir bjóða kaffi og smákøkur, sum tey hava bakað.

Skála skúli skrivar:

Felags morgunsangur og Reyða Kross kafé

Í sambandi við mentunarvikuna fara vit at hava tvey tiltøk í skúlanum.

Vit byrja kl.10.00 við felags morgunsangi, har øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka. Umframt at hava vanligan morgunsang, fer skúlakórið, har næmingar úr øllum flokkum luttaka, at syngja. Tað eru Jón Magnus og Gunnar, sum hava vant við næmingunum. Eisini fara næmingar frá musikkskúlanum at luttaka. Aftaná morgunsangin bjóða vit kaffi og smákøkur, sum næmingarnir hava bakað.

Frá kl.14.00 til umleið kl.18.00 verður endurnýtslukafé. Har verður ein rúgva av klæðum og lutum at keypa. Vit fara eisini at selja vaflur, sum næmingarnir hava bakað, og kaffi, te og sunkist.
Allur peningurin fer til Reyða Kross, sum ger eitt megnar arbeiði, bæði her heima og runt um í heiminum.
Vit høvdu verið sera fegin, um tit kunnu lata okkum klæðir og lutir. Til ber at seta tað inn í gongina í skúlanum.

Tíverri er bara møguleiki at gjalda við reiðum peningi.

Vit fara eisini at selja ymiskt, sum vit hava gjørt í sambandi við, at vit eru ein grønur skúli. Vit hava gjørt ymiskt úr tálg, ymisk krem og ljós. Eisini fara vit at selja heimagjørd bomm og taskur, sum eru seymaðar úr gomlum gardinum, dúkum og líknandi. Her er av sonnum talan um stuttflutta vøru 😊 Vit í Skála skúla vilja arbeiða fyri einum burðardyggari Føroyum.

Kl.18.00 fer kórið hjá Jóhan at enda dagin, við einum av sínum góðu framførslum.

Vit takka mangar ferðir fyri, at tit altíð stuðla okkum so væl.

Keyp atgongumerki
Deil tiltakið - trýst á eina av knøttunum