Aftur til yvirlit

Leygardagur - 20. apríl

Sunnudagur - 21. apríl

Mánadagur - 22. apríl

Týsdagur - 23. apríl

Mikudagur - 24. apríl

Hósdagur - 25. apríl

Fríggjadagur - 26. apríl

Leygardagur - 27. apríl

Sunnudagur - 28. apríl

Listaframsýning

Fernisering v/ Astri Luihn. Silvitni framførir

Glyvra kirkja
16:00-18:00
Ókeypis
Framsýning v/ Astri Luihn og kórið Silvitni framførir

Gleð teg til eina spennandi sýning við listakvinnuni AstriLuihn. Til sýningina eru nýggj verk, ið verða til sølu. Eisini eru onkur eldri verk við, ið vísa á kontinuitet, umframt at fagna, at listakvinnan júst er vorðin 75 ára gomul. Astri fegnast um lívið, og at hon í meira enn 50 ár hevur livað í Føroyum.

 

Um listakvinnuna

Astri Luihn er fødd í Oslo í 1949, har hon eisini er uppvaksin. Í 1970unum flutti hon saman við manni sínum til Føroya.

Astri er málari og grafikari, og arbeiðir bæði figurativt og abstrakt.

Hon hevur lisið tónleik og fólkalívsfrøði, og arbeiddi sum tónleikagranskari á lærda háskúlanum í Tróndheim. Hon gjørdi m.a. upptøkur av føroyskum dansi, og skrivaði stóra ritgerð og greinar um kvæðamentan. Tá hon fylti 40 ár tók myndlistin yvir.

Eitt av eyðkennunum við listini hjá Astri er tað sansaliga og einfalda, og tónlistin og stórsligna føroyska náttúran er ein varandi íblástrarkelda hjá listakvinnuni.

Verk eftir Astri eru at síggja í bæði almennum og privatum søvnum í Norðurlondum, Evropa og Japan, umframt at hon hevur sýnt fram í Norðurlondum, Evropa, USA og Japan. Harafturat hevur hon myndprýtt Skúlan á Argjahamri, Tórshavnar Musikkskúla og Skúlan við Streymin.

Keyp atgongumerki
Deil tiltakið - trýst á eina av knøttunum