Aftur til yvirlit

Leygardagur - 20. apríl

Sunnudagur - 21. apríl

Mánadagur - 22. apríl

Týsdagur - 23. apríl

Mikudagur - 24. apríl

Hósdagur - 25. apríl

Fríggjadagur - 26. apríl

Leygardagur - 27. apríl

Sunnudagur - 28. apríl

Listaframsýning

Fernisering v/Ivonnu Johansen

Oyndafjarðar skúli
17:00-19:00
Ókeypis
“Hvat er tað?” Listaframsýning við Ivonnu Johansen

Innan listina eru vit ofta upptikin av lýsingum av ymiskum, vit kenna, til dømis náttúru ella menniskjum.

Framsýningin “Hvat er tað?” snýr seg um at lýsa okkurt, vit ikki vita hvat er. Fyri atskilja eitthvørt, seta vit ting og hugtøk upp ímóti hvørjum øðrum. Vit samanbera og royna at skapa meining í tí, vit sansa. Tá ein mynd ikki er greið fyri okkum, noyðast vit at taka støðu til, um okkum dáma hana ella ikki, hóast vit ikki skilja motivið, ella kunnu seta hana í samband við nakað vit kenna frammanundan. Myndirnar á framsýningini eru abstraktar og litríkar.

Ivonna Johansen er úr Havn. Hon hevur fingist við list í fleiri ár og hevur havt fleiri framsýningar. Ivonna ger mest málningar úr vatnlitum og akryl, men ger eisini ymisk sløg av list so sum trælist og leir.

Framsýningin er opin hvønn dag í vikuni frá kl. 14.00-19.00, tó sunnudagin 28. apríl, tá framsýningin er opin frá kl. 14.00-16.00

Keyp atgongumerki
Deil tiltakið - trýst á eina av knøttunum