Aftur til yvirlit

Leygardagur - 20. apríl

Sunnudagur - 21. apríl

Mánadagur - 22. apríl

Týsdagur - 23. apríl

Mikudagur - 24. apríl

Hósdagur - 25. apríl

Fríggjadagur - 26. apríl

Leygardagur - 27. apríl

Sunnudagur - 28. apríl

Forkunnugur gongutúrur á flaggdegnum: Funningsfjørđur - Elduvík - Oyndarfjørđur

Skúlin í Funningsfirði, á Flat 13, Funningsfjørður
10:00
Ókeypis
Við í prísinum er ferðaleiðari, matur, drekka og bussur.‍ Tilmendingarfreistin er 23. apríl

Flaggdagin 25. apríl hevur tú møguleika at koma við á ein sera hugnaligan gongutúr úr Funningsfirði til Oyndarfjarðar. 

 

Klokkan 10 verður farið til gongu úr skúlanum í Funningsfirði. Tað er eitt sindur tungt at koma niðan á, men so er sloppið. 

Í einum úthúsi í Elduvík steðga vit á har lætt ábit og drekka verður at fáa. Tvíflís, breyðpannukøka við tunsalat, frukt,

kaffi, te, rabarbusaft og okkurt søtt eisini.

Í gjónni í Elduvík verður eisini møguleiki at dyppa ella at loypa á bláman.

 

Síðan verður farið víðari til Oyndarfjarðar um Elduvíkslíð. Ein góð rás er at ganga eftir. Tá komið er til Oyndarfjarðar fara vit við bussi aftur til skúlan í Funningsfirði, har bilarnir standa.

 

Torleikastig: Miðal

Túrurin tekur á leið 5 tímar

Kostnaður: kr. 500 pr. persón. Við í prísinum er ferðaleiðari, matur, drekka og bussur.

Atgongumerki vera til sølu frá mánadegnum 8/4

500 kr.
Keyp atgongumerki
Deil tiltakið - trýst á eina av knøttunum