Leygardagur kl. 12-17
Til ber at royna seg í ymiskum víkingaleikum - longdarlopi, spjótkasti, togtogan, árataki og øðrum. Síggj eldsmiðin arbeiða og smakka víkingapannukøku.
Sunnudagur kl. 13-16
Grímsleikir: Tú kanst uppliva alt tað sama sum leygardag, men harumframt verður forðarenning. Forðarenningin fevnir um kapprenning, longdarlop, spjótkast, balansubumm og/ella annað.
Sum nakað heilt nýtt verður forðarenning fyri familjur í víkingastíli. Man kan melda seg til forðarenningina Við at trýsta á "Keyp atgongumerki" niðanfyri. (tað er ókeypis at luttaka)
Hvør verður besti Grímsvíkingur 2024? Kappingin í Grímsleikum verður sunnudagin kl. 13-16. Vinningar eru!
Vit vóna at tú hevur hug at vitja okkum í vikiskiftinum
Víkingarnir eru spentir at hitta teg