Aftur til yvirlit

Leygardagur - 20. apríl

Sunnudagur - 21. apríl

Mánadagur - 22. apríl

Týsdagur - 23. apríl

Mikudagur - 24. apríl

Hósdagur - 25. apríl

Fríggjadagur - 26. apríl

Leygardagur - 27. apríl

Sunnudagur - 28. apríl

Tónleikur

Hitt á Glyvrum

Á Sýnarvegi, Glyvrar
19:00-24:00
Ókeypis
Stovukonsertir á Glyvrum

'Hitt á Glyvrum' verður leygarkvøldið 20. apríl og er eitt slag av upptakt til mentanarvikuna í Runavíkar kommunu 21.-28. apríl.

Tiltakið tekur støði í kenda HOYMA konseptinum, sum nú fleiri bygdir hava tikið til sín. Tær 18 konsertirnar eru lagdar soleiðis til rættis, at til ber at uppliva fleiri teirra við at flyta seg millum vertshúsini.

Tey 9 tónleikanøvnini á skránni eru:

Lyon, Enekk, SWAY, Son Fortune, Robert McBirnie, Sámal Ravnsfjall, Signar í Homrum, Tina Mellemgaard og Die Færøsche Polkaband.

Vertirnir taka væl ímóti gestunum og skuldi verulig svongd komið á, er matvognur á staðnum, har til ber at keypa sær okkurt til matna.

Kort, yvirlit, skrá og atgongumerki verða útflýggjað og øll vertshúsini hava nummar og frámerki, so lætt er at finna tey níggju ymisku vertshúsini.

Kostnaðurin er 295 kr og til ber at keypa á atgongumerki.fo

Vælkomin innar!

295 kr
Keyp atgongumerki
Deil tiltakið - trýst á eina av knøttunum