Aftur til yvirlit

Leygardagur - 20. apríl

Sunnudagur - 21. apríl

Mánadagur - 22. apríl

Týsdagur - 23. apríl

Mikudagur - 24. apríl

Hósdagur - 25. apríl

Fríggjadagur - 26. apríl

Leygardagur - 27. apríl

Sunnudagur - 28. apríl

Tónleikur

Konsert: Aggrasoppar og Bygdaball

Gula smiðja, Saltangará
21:00
Ókeypis
Forkunnug konsert við Aggrasoppum og Bygdaball í Gulu Smiðju við Villiami Soo Joensen handan ljósknøttarnar

Tað verður eitt brak av einum kvøldi við tveimum villumkonsertum og góðum ljósshowi!

Bygdaball

Bygdaball er nýggjur bólkur úr Runavík við Dáva L. Samuelsen, Pól Pállson Holm og Jóhannus Olsen. Teir útgóvu 6 stakløg í 2023.

Aggrasoppar

Aggrasoppar er tónleikur og yrkingar, ið smelta saman í hægri eind. Bólkurin er kendur fyri kraftmiklar og undirhaldandi framførslur, sum fáa grót at syngja og deyð at klappa. Ein djevulskynd alda, ið ógvar mangt pent á síni ferð. Aggroppar er føroyskt flowerpunk naprap; stuttligt og yvirraskandi mindfuck til allar sansir. Eitt herligt, fjákut, inniligt, álvarsligt, kreativt og demonstrativt opið sprettandi samtíðarligt tónlistakollektiv, sum hevur gjørt um seg á føroyska tónleikapallinum síðani2020, men kanska serliga tvey tey síðstu árini, har tey hava spælt nógvar konsertir í Føroyum og uttanfyri Føroyar. Tey vunnu Sement í 2023 og hava útgivið 2 plátur.

Eyðfinn B. Lamhauge (sang, samplari)

Dania O. Tausen (sang, samplari)

Trygvi Danielsen (sang)

Karl Andrias Stórá (bass)

Hjørtur P. Háberg (trummur)

Ólavur Gaard (gittar)

Kristian Pauli Ellefsen (klaver)

Atgongumerki eru at fáa á atgongumerki.fo

Ung undir 18 sleppa ókeypis, so leingi sum pláss er!

150 kr.
Keyp atgongumerki
Deil tiltakið - trýst á eina av knøttunum