Aftur til yvirlit

Leygardagur - 20. apríl

Sunnudagur - 21. apríl

Mánadagur - 22. apríl

Týsdagur - 23. apríl

Mikudagur - 24. apríl

Hósdagur - 25. apríl

Fríggjadagur - 26. apríl

Leygardagur - 27. apríl

Sunnudagur - 28. apríl

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu verður sett.

Gula Smiðja, Saltangará
14:00-16:00
Ókeypis
Runavíkar kommuna bjóðar øllum at vera hjartaliga vælkomin til setanina, sum aftur í ár verður í Gulu Smiðju.

Eyðkendi gulismiðjubygningurin hevur seinastu tvey árini verið ungdóms- og virkishúsið í kommununi.

Umframt hugnaliga og mennandi samveru fyri ung, so verður smiðjan nýtt tilfjølbroytt mentanarligt virksemi; konsertir og onnur almenn tiltøk, sum hava áhuga hjá bæði ungum og eldri. Sum vanligt bjóða Rynkurnar og Roysnið øllum at fylgjast til setanina.

Tað verður súkklað ella runnið frá hvør sínum heraðshorni - og øll enda í Gulu Smiðju.

Á skránni verða tónleikur, røða og okkurt gott undir góman.

Rynkeby tíðarætlan

- Kl.11.00: fara úr Oyndarfirði. Hittast við skúlan.

- Kl.11.00: fara úr Funningi. Hittast við skúlan.

- Kl.11.00: fara úr Elduvík. Hittast við skúlan. 

- Kl.11.30: fara úr Funningsfirði. Hittast við skúlan.

- Kl.12.00: fara av Skála. Hittast við skúlan.

- Kl.12.30: fara úr Skálafirði. Hittast við Effo-støðina.

- Kl.13.00: fara úr Søldarfirði. Hittast við barnagarðin. 

- Kl.13.20: fara av Lambareiði. Hittast við víkiplássið.

- Kl.12.30: fara úr Æðuvík. Hittast við missiónshúsið.

- Kl.12.40: fara úr Rituvík: Hittast við skúlan.

- Kl.13.40: fara av Glyvrum út í Gulu smiðju. Hittast í skúlagarðinum í Glyvraskúla. 

 

Tað er krav at súkkla í hjálmi.

Keyp atgongumerki
Deil tiltakið - trýst á eina av knøttunum