Aftur til yvirlit

Leygardagur - 20. apríl

Sunnudagur - 21. apríl

Mánadagur - 22. apríl

Týsdagur - 23. apríl

Mikudagur - 24. apríl

Hósdagur - 25. apríl

Fríggjadagur - 26. apríl

Leygardagur - 27. apríl

Sunnudagur - 28. apríl

Gongutúrar

Gongutúrur í Rituvík: Fyrsta og annað ættarlið

Rituvík
14:00-16:00
Ókeypis
Túrur til øll 8 niðursetuhúsini við Dánjal Petur Højgaard.

Gongutúrur í Rituvík: Fyrsta og annað ættarlið

Leygardagin 27. apríl kl. 14.00 verður ein forkunnugur gongutúrur í Rituvík, har sjóneykan verður sett á fyrsta og annað ættarlið í bygdini, sum kundi hátíðarhalda 150 ára dagin jólaaftan 2023.

Dánjal Petur Højgaard verður ferðaleiðari og túrurin byrjar, har fyrsta niðursetubylgjan endar: Hús nr. 8 ( nær við Rituvíkarveg nr.15). Gingið verður til hini húsini yvireftir, líka Yvir í Enda – har Hús nr. 2 og 1 stóðu. Steðgað verður við hvørt niðursetuhús og nomið verður stutt við, hvørji hesi fólk vóru – og hvat hendi teimum. Túrurin varar umleið 2 tímar (kl. 14-16). Verið væl ílatin, apríl mánaður kann hava skiftandi veður við sær.

Túrurin er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding til túrin, tí tað er avmarkað atgongd og ein drekkamuður fæst aftaná. Vælkomin við!

Keyp atgongumerki
Deil tiltakið - trýst á eina av knøttunum