Aftur til yvirlit

Leygardagur - 20. apríl

Sunnudagur - 21. apríl

Mánadagur - 22. apríl

Týsdagur - 23. apríl

Mikudagur - 24. apríl

Hósdagur - 25. apríl

Fríggjadagur - 26. apríl

Leygardagur - 27. apríl

Sunnudagur - 28. apríl

Framløga

Viderø og vitalisman

Glyvra kirkja
15:00-16:00
Ókeypis
Bergur D. Hansen greiðir frá og borgarstjórin Torbjørn Jacobsen innleiðir. Eftir fyrilesturin bjóðar kirkjan kaffi.

Fyrilesturin “Viderø og vitalisman” er um Kristian Osvald Viderø, ferðir og ritverk hansara og um hugsjónarlig rák, sum ávirkaðu hansara skriving. Serliga verður tikið fram, hvussu sonevnda vitalistiska rákið í fyrru helvt av 20. øld sæst aftur í teimum ferðafrásagnunum, sum hann skrivaði og læt prenta. Vitalisman tók seg upp í Týsklandi seint í 19. øld og ávirkaði bókmentir og list í Evropa umleið 1890 til 1945. Ein grundhugsan í vitalismuni er, at í øllum livandi býr ein megi, sum ikki kann bindast í reglur ella formlar, men áhaldandi er í rørslu. Vitalisman sprettur úr hugsanum um jarðiska megi, men Viderø royndi at knýta vitalismuna í sína kristnu trúgv. Eitt úrslit av hesum er m.a. serliga myndamál hansara. Borgarstjórin Torbjørn Jacobsen innleiðir. Tiltakið varir í ein tíma og eftir fyrilesturin bjóðar kirkjan kaffi.

Keyp atgongumerki
Deil tiltakið - trýst á eina av knøttunum