Aftur til yvirlit

Leygardagur - 20. apríl

Sunnudagur - 21. apríl

Mánadagur - 22. apríl

Týsdagur - 23. apríl

Mikudagur - 24. apríl

Hósdagur - 25. apríl

Fríggjadagur - 26. apríl

Leygardagur - 27. apríl

Sunnudagur - 28. apríl

Framløga
Bókmentir og fyrilestrar

Vinnararnir av ársins skrivikapping verða kunngjørdir

Bókasavnið við Løkin, Runavík
19:00-21:00
Ókeypis
Borgarstjórin fer at bjóða vælkomin, Bjørt Holm fer at spæla tveir satsir á cello.

Fyri fjórðu ferð var skipað fyri stórari skrivikapping í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, sum verður 21.-28. apríl.

Í ár eru ummæli á breddanum, og vinnararnir eru funnir og verða kunngjørdir sunnukvøldið 21. apríl á Bókasavninum við Løkin. Borgarstjórin fer at bjóða vælkomin, Bjørt Holm fer at spæla tveir satsir á cello og so verða virðislønirnar handaðar og vinnandi ummælini verða lisin upp. Øll eru hjartaliga vælkomin til eitt hugnaligt kvøld við tónleiki og skaldskapi

Fyriskipararnir ynskja við afturvendandi skrivikappingini at kveikja áhugan fyri og at styrkja føroyskt mál og skaldskap.

Øll eru hjartaliga vælkomin til virðislønahandanina

Keyp atgongumerki
Deil tiltakið - trýst á eina av knøttunum