
Mánadagin 20. apríl verður verkstova í Lamba skúla, har tvey ættarlið saman kunnu hugna sær og telgja figurar úr greinum, eins og Emil gjørdi, tá hann varð sendur í úthúsið.
Her verður trivið í gamla handverkið við brøðrunum úr Lamba: Pidda og Ingvard Lamhauge. Piddi er snikkari og Ingvard fólkaskúlalærari, og hava báðir drúgvar royndir við alskyns handverki.
Knívarnir eru íroknaðir skeiðsgjaldið, og fáa tit tí hesar heim við.
Tiltakið er ætlað tvey ættarlið, sum bæði luttaka, ein vaksin ábyrgdari og barn í aldri millum 8-14 ár.
Drekkamunnur verður eisini.
Tá dagurin er liðugur, fáa tit egnar figurar og hvør sín knív heim við. Verkstovan heldur fram til kl. 21:00.
Atgongumerki á 400 kr. + avgreiðslugjald fáast á atgongumerki.fo. Avmarkað nøgd.