.png)
Bókasavnið við Løkin fer mánadagin 20. apríl á ferð til Funnings. Vit fara at hava opið allan dagin í Funningi, við bókum, søguløtu, gyklaverkstovu, perlum og brosjum. Vit bjóða eisini kaffi og okkurt smátt afturvið. Vit hava opið kl. 10-18.
Sí meir um søguløtuna og gyklaverkstovu undir "tiltøk" á lokin.fo
Silja Aldudóttir lesur bókina "Bjarta bustar tenn" kl. 16 og Ásbjørn Berthelsen hevur gandaverkstovu kl. 17. Verkstovan krevur atgongumerki sum kosta 50 kr (inkl. posa við gandaprops).
Vit taka brosjumaskinu, perlur og bókakassar við - og ymiska kunning um bókasavnið, eReolen, Filmstriben, Pressreader osv.