19. - 26. apríl 2026

Æðuvík

Dukkuvognatreff og kassabilakoyring

22. apríl
17:00
Kom við á dukkuvognatreff og kassabilakoyring tann 22. apríl 2026

Øll børn eru vælkomin, og vit gleða okkum at siggja bæði stórar, lítlar, nýggjar og gamlar dukkuvognar. Legg dukkuna í vognin og kom við at trilla giøgnum bygdina. Trilla verur rundt í bygdini frá kl 17.00 í ein tíma ella so.

Eisini verður kassabila kapping. Tað er ein stuttlig og spennandi kapping við sjálvbygdum bilum uttan motor.  Hvat er ein kassabilur? Ein kassabilur er: Ein lítil bilur, ofta gjørdur úr træi ella metal Uttan motor (rullar bara við ferð og brekku) Stýrdur við ratt og bremsu Ofta bygdur heima ella í felag.    

Hvussu gongur kappingin fyri seg? Luttakarar koyra niður eina brekku Tíðin verður mátað – tann skjótasti vinnur Vit kappast eisini um: Besta design, Mest kreativur bilur, Trygd og góð bygging.

Hvør kann vera við? Børn og ung

Tað er eitt  familju- ella bygdatiltak Tú kanst vera einsamallur ella í bólki.    

Hvat krevst? Ein kassabilur (heimagjørdur) Hjálmur og trygdarútgerð.  Ein góð brekka at koyra á.

Bassi kemur at vitja, og øll børn sum luttaka eru við í lutakasti um góðar vinningar.

Facebook