
Flaggdagshaldið verður við Skótahúsið við Løkin leygardagin 25. apríl kl. 14:00.
Eirikur í Jákupsstovu heldur røðu. Skótar og ítróttarfólk ganga skrúðgongu, og Nes Sóknar Musikkfelag spælir til tiltakið. Aftaná verður ein drekkamuður at fáa inni í skótahúsinum. Ítróttarfólk og skótar møta kl. 13:30 við Skúlan við Løkin, og ganga síðani skrúðgongu yvir til Skótahúsið við Løkin.
Øll eru hjartaliga vælkomin!