19. - 26. apríl 2026

Skálavegur 194

Framsýning: Skála skúli 35 ár

20. apríl
21. apríl
22. apríl
23. apríl
18:00
Í sambandi við at núverandi Skála skúli fylti 35 ár í 2025, verður áhugaverd framsýning í skúlanum á Skála

Áhugaverd framsýning í skúlanum á Skála.

Í sambandi við at núverandi Skála skúli fylti 35 ár í 2025, verður áhugaverd framsýning í skúlanum á Skála.

Skúlasøgan á Skála er long og spennandi. Á framsýningini hevur tú møguleika fyri at síggja skúlasøguna á Skála sýnda fram á ein stuttligan og spennandi hátt. Vit hava funnið fram, eina rúgvu av myndum og skjølum, sum lýsa hendan áhugaverda og týdningarmikla partin av Skála søgu.

Stórar broytingar eru farnar fram á skúlaøkinum, hetta sæst eisini væl á framsýnda undirvísingar tilfarinum. Eisini er framsýning av m.a.skúlaamboðum og skúlataskum.

Næmingarnir hava arbeitt við evninum um skúlasøguna ígjøgnum tíðina, og verður eisini ymiskt at síggja frá hesum arbeiði.

Møguleiki er at síggja framsýningina í skúlatíð og um kvøldið frá kl. 18.00 til 20.00 frá mánadegi til hósdag.

Verið hjartaliga vælkomin.

Skála skúli og Skála fornminnisfelag

Facebook