.jpg)
Í samband við mentunarvikuna í Runavíkar kommunu hevur Silas Olofson myndaframsýning á bókasavninum við Løkin. Til ber at síggja myndir úr føroysku náttúruni og serstakliga fuglamyndir. Møguleiki er bæði at síggja staðbundnar myndir úr lokaløkinum og forvitnisligar myndir úr øðrum økjum. Gleði tykkum til eina vakra framsýning við áhugaverdum myndum úr Føroyum.