19. - 26. apríl 2026

Søldarfjørður
19. apríl
20. apríl
21. apríl
22. apríl
25. apríl
26. apríl

Gongutúrur: 2. veraldarbardagi í Søldarfirði

15:00
Keyp atgongumerki
Kom og hoyr Jóannes Djurhuus greiða frá áhugaverdum søgum úr gerandisdegnum undir krígnum.

Undir krígnum var nógv virksemi í Søldarfirði. Uml. 2000 hermenn búðu og arbeiddu í økinum. Kom og hoyr Jóannes Djurhuus greiða frá áhugaverdum og spennandi søgum úr gerandisdegnum undir krígnum, tá Søldarfjørður var hersett av bretum.

Túrurin byrjar við Bønhúsið Betel, og leiðin gongur frá barakkunum inni á Fløtum, framvið oljutangunum og víðari til bumbuholini úti í Byrgi. Túrurin var eisini partur av skránni til Mentanarvikuna 2025 og var sera væl umtóktur.

Túrarnir eru áleið tríggjar tímar langir. Atgongumerki á 90 kr. + avgreiðslugjald fáast á atgongumerki.fo. Túrarnir er ókeypis fyri tey, sum eru 15 ár og yngri, men tilmelding er neyðug á atgongumerki.fo. Tað er avmarkað pláss.

Facebook