19. - 26. apríl 2026

Miðstaðarøkið
24. apríl

Handlarnir hava kvøldaropið

10:00
Í samband við Mentanarvikuna fara handlarnir í økinum at hava kvøldaropið.

Flestu handlarnir hava opið til kl. 22:00. Nógv góð tilboð.

Shop-In:

Shop-In hevur ymisk dagstilboð alla vikuna, og eisini verður kaffi og okkurt søtt at fáa. Tilboðini eru eisini galdandi á nethandlinum til og við sunnudagin 26.04.26.

Fylgið við á sosialu miðlum okkara, á Facebook og Instagram, fyri nærri kunning um dagstilboðini.

Føroya Tele:

Ein kapping verður í Telebúðini, og vinningurin verður ein goodiebag.

Kappingin verður ein QR koda, ein skal skanna inni í Telebúðini og síðan verður ein vístur beinleiðis inn á sona appina, har ein spurningur skal svarast fyri at vera við.

Berglon:

Á skránni er eydnuhjól og kappingar til børn og vaksin

Facebook