19. - 26. apríl 2026

Elduvík

Heimablídni og ullarhugni

26. apríl
17:00
Heimablídni og ullarhugni hjá Fridu í Elduvík

Heimabakað breyð, við turrum kjøti, skinsað kjøti, rullupylsu og rullusteik verður at fáa. Eisini verður borðreitt við kaffi, te og onkrum afturvið. Frida hevur verið í samband við Spinnaríið við Ánna í Skopun. Tey vera við til tiltakið og tosa um ull og vísa vøru fram (Kyrra.fo)

Atgongumerki á 200 kr. fáast á atgongumerki.fo. Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 24. apríl kl. 18. Í minsta lagið 10 fólk.

Facebook