19. - 26. apríl 2026

Fjøruvegur 25, Glyvrar

Hvør smíðar framtíðina hjá føroyska bátinum?

21. apríl
19:00
Føroyski báturin er ein týðandi partur av okkara siðaarvi. Í øldir er handverkið at smíða føroyskar bátar borið víðari frá eldri til yngri ættarlið. Men nú er vandi fyri, at aldagamla handverkið og siðvenjurnar fara fyri bakka.

Føroyski báturin er ein týðandi partur av okkara siðaarvi. Í øldir er handverkið at smíða føroyskar bátar borið víðari frá eldri til yngri ættarlið. Men nú er vandi fyri, at aldagamla handverkið og siðvenjurnar fara fyri bakka.

Vinnuliga brúkið av føroyska bátinum er nærum burtur, og eftirspurningurin eftir nýggjum bátum er nærum eingin. Kappróðurin heldur lív í bátasmíði og brúki, men kann ikki standa einsamallur.

Bátasmiðir verða ikki settir við, og verða munagóð stig ikki tikin nú, er handborna vitanin um føroyskt bátasmíð og um bátasiðvenjur burtur um heilt fá ár.

Týskvøldið tann 21. apríl á mentanarvikuni í Runavíkar kommunu seta vit øllum stevnu, ið eru áhugað í føroyska bátinum og føroyskum bátasmíði. Við framløgum, kjaki og pallborði fara vit at umrøða, hvussu bátasmíð kann verða varðveitt sum eitt livandi handverk, og hvussu føroyski báturin kann verða varðveittur í brúki.

Hvussu kunnu land, kommunur, stovnar, feløg og einstaklingar arbeiða saman um at varðveita bátasmíð og bátasiðvenjur fyri eftirtíðina?

Tjóðsavnið, Føroyska UNESCO-nevndin og Runavíkar kommuna skipa fyri tiltakinum. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin. Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, setur tiltaki.

Óluva Zachariassen er orðstýrari.

Hvar:BORG Glyvrar, Fjøruvegur 25, 625 Glyvrar.Nær:Týskvøldið 21. apríl, kl. 19.00 - 21.00

Skráin

19.00-05 VælkominMass Hoydal, leiðari í Visit Runavík

19.05-19.15 Setan av tiltakinumBárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum

19.15-19.30 Føroyskt bátasmíð í framtíðiniFramløga við Kristinu Djurhuus Christiansen, savnvørði og samskipara av UNESCO-innskrivingini av føroyska bátinum, Tjóðsavnið

19.30-19.45 Tiltøk og átøk sum kunnu bjarga føroyska bátinumFramløga við Herleifi Hammer, stjóra á Tjóðsavninum

19.45-20.00 Stutt prát um týdningin av føroyska bátinum• Samson Højgaard, stovnari av Boat.fo• Rodmundur Nielsen, stjóri í BORG• Sonja Kjølbro, forkvinna í Klaksvíkar Róðrarfelag

20.00 – 20.20 Steðgur

20.20 - 21.00 Pallborðsfundur um føroyska bátin og bátasmíð í framtíðini

Tórbjørn Jacobsen, Borgarstjóri í Runavíkar kommunu og forfólk í stýrinum fyri Kommunufelagið

Elsa Berg, Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og næstforfólk í stýrinum fyri Kommunufelagið

Hanus Jensen, Føroyskur bátasmiður og savnsmiðlari, Vikingeskibsmuseet

Heini Hátún, Umboð úr Føroyum í norðurlendska stýrisbólkinum fyri UNESCO-innskrivingini av norðurlendska súðubygda bátinum

Kristina Djurhuus Christiansen, Savnvørður og samskipari av UNESCO-innskrivingini av føroyska bátinum, Tjóðsavnið

21.00 Spurningar og samanumtøka

Facebook