
Fríggjakvøldið 24. apríl kl. 20:00 verður konsert í bygdarsalinum á Skála. Tónleikararnir, ið koma at spæla eru Bjarki Virgarsson Trondesen, Anna Lovisa Mýri ogFilip á Smið. Øll trý hava tey hvør sítt serstaka ljóð, men felags er, at tey eru ómetaliga dugnalig!
Konsertin kostar 100,-. Selt verður við dyrnar.
Møguleiki verður at keypa drekka og snacks.
Tiltakið er stuðlað av Økistónum.