
Kom til tað kreativa verkstaðið 19. apríl í bygdasalinum á Skála.
Í Mentanarvikuni fara vit í Sæla at lata eitt verkstað upp, har bæði stór sum smá, ung sum gomul, sleppa at útfolda seg kreativt. Vit bjóða tilfar til at klippa, tekna og líma ymiskt; tað er bara at lata hugflogið flúgva! Man er eisini vælkomin til at taka sítt egna tilfar við og hugna sær í eina kreativa løtu. Verkstaðið er opið frá kl. 15 - 18.
Tiltakið er ókeypis. Vit gleða okkum at síggja tykkum!