18. - 16. apríl 2026

14:00

Listaframsýning við Jón Magnus Joensen í Gamla handli í Heiðunum

Gulasteinsvegur 6, Saltangará
Jón Magnus Joensen hevur málningaframsýning í Gamla handli í Heiðunum

Í samband við Mentanarvikuna fer Jón Magnus Joensen at hava eina málningaframsýning í Gamla handli í Heiðunum. Hetta er triðju ferð, at hann sýnir fram her.

Jón Magnus fer at hava umleið 40 málningar við á framsýningini umframt pappírsmyndir. Myndevnini eru mest úr Eysturoynni og Havnini, men eisini aðrastaðni frá.

Jón Magnus er virkin málari og hevur havt mangar framsýningar ymsastaðni. Hann hevur luttikið á sensureraðum framsýningum. Jón hevur málað, síðan hann var ungur og hevur verið á listaskúla í Danmark eitt skifti og á mongum skeiðum.

Stílurin er ekspressionistiskur við figurativum eyðkennum og við góðum litspæli og ljósi.

Jón er frá Argjum og býr á Toftum.

Handilshølini, ið langt síðan hava latið aftur, siga frá eini farnari tíð. Hetta eru gomul sjarmerandi hús í hugnaligum umvhørvi. Tey standa niðast við sjóvarmálan innast í Runavíkar havn, nærri Gulasteinsvegur 6 í Saltangará

Opið verður soleiðis:

Hósdagin 23. apríl kl. 14 - 18

Fríggjadagin 24. apríl kl. 14 - 18

Leygardagin 25. apríl kl. 10 - 18

Sunnudagin 26. apríl kl. 14 - 18

Heimasíða www.joensen-art.fo

Facebook