.jpg)
Poul var borin í heim í Funningi. Hann las til løgfrøðing við Keypmannahavnar Lærda Háskúla og í 30 ár umboðaði hann Fólkaflokkin á Føroya løgtingi fyri Eysturoyar valdømi. Hann var m.a. við í sendinevndini, sum samráddist við danskar myndugleikar eftir krígslok. Í 20 ár var hann eisini fulltrúi í landsstýrinum.
Poul gav eisini bøkur út, og í 1973 fekk hann Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir.
Poul gjørdist 99 ára gamal, og tey seinastu árini búði hann í heimbygdini. Í dansistovuni fer Óli Breckmann at hugleiða um politikaran Poul Petersen, og eldri funningsfólk fara at minnast Poul, soleiðis sum tey minnast hann sum bygdarmann teirra.