
Byrjað verður við kirkjuna í Rituvík. Túrurin tekur umleið 2 tímar. Hav góð klæðir, húgvu, handskar/vøttir og ein lítlan matpakka, saman við onkrum drekkandi við tær. Vit støðga á leiðini og eta matpakka, so gott at hava okkurt at seta seg á. Bussur koyrir úr Lamba til Rituvíkar eftir túrin.