19. - 26. apríl 2026

Bylgjan

Pinkubarnatreff 3-6 mðr

20. apríl
22. apríl
09:30
Keyp atgongumerki
Sangur, spæl og nærvera við pinkubarninum

Pernille Grøhn frá barnasvimjing.fo vitjar. Felags barnasangur og rørsluspøl við fokusi á rørslu- og sansamenning. Vatnløta er kl. 10:00-10:30, og aftaná verður kaffi, te, frukt og babysmoothie í boði til tey minstu. Her fært tú í tryggum umhvørvi eina hugnaliga og mennandi løtu saman við tínum pinkubarni.

Felags barnasangur, spæl og rørsluspøl við fokus á rørslu- og sansamenning. Tit fáa eina róliga og góða uppliving í 33,5° heita barnahylinum. Hetta er ein góður møguleiki at menna sambandið við pinkubarnið og at møta øðrum pinkubarnaforeldrum.

Atgongumerki 50 kr. fáast á computicket.dk/runavik/booking. Avmarkað nøgd.

Minst til at hava Happy Nappy og eingangsblæu við (ber til at keypa í móttøkuni).

Facebook