
Kom á søgugongu í Funningi.
Ein hugnaligur spákingartúrur í bygdini, har greitt verður frá Atustovu, Ølvustovu, Íshúsinum og kirkjuni. Túrurin endar við einum góðum drekkamunni í skúlanum.
Alis Højsted leiðir túrin og greiðir frá. Túrurin er áleið ein tíma og byrjar við skúlan í Funningi. Túrurin er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding á atgongumerki.fo. Tað er avmarkað pláss.
Eftir tiltakið er møguligt at luttaka í føroyskum dansi, ið verður í Dansistovuni kl. 20:00.