Tiltakið í Gulu Smiðju týsdagin 21. apríl kl. 17 er fyribils útsett. Vit arbeiða í løtuni við at finna eitt nýtt tíðspunkt til hetta tiltakið. Tíðspunktið verður kunngjørt á Facebooksíðuni "Mentanarvikan í Runavíkar kommunu" og her á heimasíðuni
Eftir krígslok tók menningin dik á seg í økinum eystanfyri við Skálafjørðin. Skip og virkir løgdust til, og brúk var harvið fyri tænastuvinnum. Ein lutur í hesum var Runavíkar Mekaniski Verkstaður. Undir skiftandi smiðjumeistarum eru nógvir lærlingar vorðnir sveinar í smiðjuni. Flestu teirra gjørdust seinri maskinmeistarar og mannaðu smiðjur og føroysk og útlendsk skip. Nakrir teirra, ið lærdu í RMV, fara at greiða frá sínari lærutíð og samtíðar samfelagnum, sum smiðjan var ein partur av.
Kaffi eftir løtuna.