Billbugt - Live

Hotel Runavík

Hóttafall á Bíbliubeltið

Tað er Mentanarvika í Runavík, men hvat er yvirhøvur mentanin í Runavík? 

Millum mong er økið kring Skálafjørðin kent sum tað føroyska Bíbliubeltið. Men hví verður tað í grundini kallað Bíbliubeltið, hvussu nógv hevur tað við veruleikan at gera, og er tað gott ella ringt? Runavíkin er í dag tættari at høvuðsstaðnum enn nakrantíð, men stóri spurningurin er, hvør skal samleikin hjá “Runavík 2.0” vera? Skal Runavíkin gerast ein forstaður til Havnini, vera ein partur av teimum íðnaðargjørdu “Framleiðslu-Føroyum” ella okkurt heilt annað? 

Tiltakið er ókeypis!

 

Hesar spurningar fara teir báðir Bill Justinussen og Jan Lamhauge at seta - og svara - saman við lokalu journalistunum Hilmar Jan Hansen og Una Leitisstein Hansen á tiltakinum Billbugt Live, sum er ein beinleiðis útgáva av poddvarpinum Billbugt, sum teir báðir fyrst nevndu gera fyri miðilin Frihedsbrevet. 

 

Tað snýr seg um lokalar søgur og stórar virðisspurningar.

No items found.