Týsdagur – 22. apríl

09:00

Listaframsýning við Jákup P. Gaardlykke í Colorama

Heiðavegur 60, Saltangará

Opið til kl. 17:30

Les meira
09:00

Listaframsýning við Sigbritt við Neyst í Radiobúðini

Heiðavegur 52, Saltangará

Opið til kl. 17:30.

Les meira
10:00

Plantuprent fyri barnagarðsbørn við Edith Mørkøre / Litbrigdi

Sellin á Skála

Plantuprent fyri barnagarðsbørn við Edith Mørkøre / Litbrigdi

Les meira
10:00

Teknikapping fyri børn: Tekna ein fugl í Berglon

Heiðavegur 9-11, Saltangará

Tekningarnar kunnu latast inn í Berglon frá 17. apríl til og við 23. apríl. Opið er til kl. 17:30. Gávukort verður latið fyri bestu tekning. Tekningarnar hanga uppi í handlinum alla Mentanarvikuna. Nærri kunning á Facebooksíðuni hjá Berglon.

Les meira
10:00

Listaframsýning við Jórun Pólsdóttur í Cafe Cibo

Heiðavegur 51, Saltanagará

Opið er til kl. 21:00.

Les meira
13:30

Ria Tórgarð lesur søgu á Dagtilhaldinum á Skála

Dagtilhaldið á Skála

Ria Tórgarð lesur søgu á Dagtilhaldinum á Skála

Les meira
14:00

Krígsárini í Søldarfirði

Bønhúsið Bethel, Søldarfjarðarvegur 16

Mynda- og ljóðframsýning av hersetingini. Opið er til kl. 19:00.

Les meira
14:00

Listaframsýning í Bátafelagnum á Glyvrum

Á Støð 1, Glyvrar

Sofus D. Poulsen hevur listaframsýning í Bátafelagnum á Glyvrum í mentanarvikuni.

Opið er 21. - 25. apríl kl. 14:00-18:00. Tiltakið er ókeypis.

Les meira
14:00

Ein ferð gjøgnum søguna hjá Føroya Tele

Telebúðin í Saltangará, Heiðavegur 21

22., 23. og 26. apríl kl. 13 til 16 og 24. apríl kl. 14 til 20, kanst tú í telebúðini í Saltangará fara á eina spennandi ferð gjøgnum fjarskiftissøguna hjá Føroya Tele. Síggj gamlar myndir og tól, sum hava sett sín dám á menningina av telesambandinum í Føroyum – frá fyrstu telefonini til dagsins framkomnu tøkni.

Les meira
15:00

Magnus Heinason - hetja ella brotsmaður?

Gamli skúlin í Oyndarfirði, Sýnarbrekkan 2

Framsýning við úvaldum originalum tekningum eftir Jóannes B. lamhauge úr bókini um Magnus Heinason.

Opið er kl. 15:00 - 18:00. Tiltakið er ókeypis.

Les meira
16:00

Listaframsýning við Edwardi Fuglø

Glyvra kirkja

Tiltakið er ókeypis. Opið er til kl. 18:00.

Les meira
16:00

Framsýning av lokalum listaverkum í bygdarsalinum á Skála

Bygdarsalurin í høllini á Skála

Rutt Mikkelsen, Annika Brynhildardóttir, Birna Mikkelsen, Jette Kalsoy, Sámal Weihe og Kaj Olsen sýna ymisk listaverk fram so sum málningar, glaslist, veving og timbur. Opið er til kl. 20:00.

Les meira
17:00

Taratúrur við Ocean Rainforest

Funningsfjørður

Kom við á ein spennandi túr á Funningfjørð, har tú kanst uppliva og læra um virksemið hjá Ocean Rainforest. Vit fara at forklára, hvussu vit dyrka og viðgera tara, og hvønn týdning hann hevur fyri burðardygga framleiðslu og framtíðina. Ein einstøk møguleiki at síggja taraídnaðin heilt tætt at!

Kostnaðurin er 100 kr.+ avgreiðslugjald á 10 kr. per persón og tað er avmarkað pláss. Atgongumerki kann keypast á atgongumerki.fo.

Les meira
17:00

Sáa og planta við Almu og Anette

Grøna økið / BBR garasja við Løkin yvirav Løkshøll

Lær at velta egið grønmeti, kryddurtir og summarplantur. Anette og Alma vegleiða og ráðgeva í at sáa og planta. Ver í góðum klæðum til bæði innandura og uttandura. Verkstovan heldur fram til kl. 19:30.

Tiltakið kostar 300 kr. + avgreiðslugjald á 20 kr. Íroknað prísinum er alt tilfar; mold og fræ.

FULT TEKNAÐ!

Les meira
17:00

Bókaframløga v/ Dánjal Petur Højgaard

Bókasavnið við Løkin

Dánjal Petur hevur týtt bókina "Catching the current" hjá Jenny Pattrick og fer at leggja hana fram á Bókasavninum við Løkin. Møguleiki verður fyri at keypa sær skaldsøguna og at fáa hana signeraða. Sprotin hevur útgivið bókina.

Les meira
17:00

Hersetingin 80 ár: Søldarfjørður í seinna heimsbardaga

Skúlin í Søldarfirði

Gongutúrur frá barakkunum inni á Fløtum, framvið oljutangunum og víðari til bumbuholini úti í Byrgi. Jóannes Djurhus greiðir frá søguni um, tá Søldarfjørður var hersett av bretum.

Túrurin verður áleið hálvanannan tíma langur. Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding á atgongumerki.fo. Tað er avmarkað pláss til túrin.

FULT TEKNAÐ!

Les meira
19:00

Verkstova: DJ við Michael Anthony Charles Johannesen

Gula Smiðja, Heiðavegur 46, Saltangará

Lær at diska!

Hevur tú hug at fáa fólk at dansa og at kunna seta lív í ballið? So kom og snodda til DJ kynstrið á 2 daga verkstovuni við Anthony Charles í mentanarvikuni 2025.

Undirvísarin hevur drúgvar royndir við at fáa pepp í og fer at greiða frá hvussu tú best kemur í gongd, hvat tú skalt hugsa um og hvussu tú setur tín egna dám á, tá tú diskar.

Verkstovurnar eru í Gulu smiðju 22. og 23. apríl kl. 19:00-22:00 báðar dagar.

Luttøkugjaldið er 500 - íbúgvar í Runavíkar kommunu sum eru undir 18, kunnu rinda við spjaldrinum.

Verkstovan er almenn.

Tilmelding á gulasmidja@runavik.fo

Tað er avmarkað pláss

Les meira
19:00

Málorðaskifti "Vátt da fokk"

Løkshøll

Móðurmál okkara er undir trýsti – serliga frá enskum, og málið broytist skjótt. Ung tala ofta enskt sínámillum. Hvat merkir hetta fyri framtíðina hjá føroyskum?

Kom á málorðaskifti á Mentanarvikuni, har Eirikur í Jákupsstovu, Óluva Klettskarð, Marius DC og Theodor Eli Dam Olsen skifta orð um føroyskt og enskuávirkan. Vit tosa um mál og vitlíki, føroyskt og tekstir – og hvat skal málmyndugleikin gera?

Orðaskiftið verður stýrt av Solby Christiansdóttir. Høvi verður at seta spurningar.

Kom til áhugavert orðaskifti í Løkshølltýskvøldið 22. apríl klokkan 19.00. 

Les meira

Móðurmál okkara er undir áhaldandi trýsti og ávirkan uttaneftir - serliga av enskum - og málið broytist skjótt í hesum døgum. Tað er ikki óvanligt at hoyra ung og børn tosa enskt sínámillum. Málorðaskiftið verður á mentanarvikuni, har Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í mentamálum, Óluva Klettskarð, Føroyamál, Marius DC, tónleikari og Theodor Eli Dam Olsen, limur í Málráðnum, fara at skifta orð um ensku ávirkanina á føroyskt. Komið verður inn á munin á at skriva tekstir á føroyskum og enskum, á føroyskt og vitlíki, eins og spurt verður, um vit skulu taka tað fremmanda til okkum, og hvat føroyski málmyndugleikin sigur til rákið, sum tykist vera í dag. Solby Christiansdóttir, journalistur, stýrir orðaskiftinum. Høvi verður at seta spurningar. 

20:00

Stovukonsert við Herborg Torkilsdóttir

Fornminnafelagið á Skála, Skálavegur 164

Konsertin kostar 100 kr. og goldið verður við dyrnar. íroknað prísinum er kaffi, te og køka.

Les meira
Alla vikuna

Ársins teknikapping

Bókasavnið við Løkin

Ársins teknikapping á Mentanarvikuni 2025. Evnið er: andlitsmyndir.

Lat tína tekning inn á Bókasavninum við Løkin ella á Skála bókasavni, og tú hevur møguleika at vinna góðar vinningar. Allar myndirnar koma upp at hanga - og til ber at koma á Bókasanvið við Løkin á Mentanarvikuni at tekna og fáa tær íblástur.

Les meira