Opið til kl. 14:00.
Í samband við mentanarvikuna hjá Runavíkar kommunu í ár, 2025, fer Jón Magnus Joensen at hava eina málningarframsýning í gamla handlinum hjá Pidda í Runavík. Hetta er triðju ferð, hann sýnir fram her.
Handilshølini, ið langt síðan hava latið aftur, siga frá eini farnari tíð. Hetta eru gomul sjarmerandi hús í hugnaligum umvhørvi. Tey standa niðast við sjóvarmálan innast í Runavíkar havn, nærri Gulasteinsvegur 6 í Runavík.
Tiltakið er ókeypis. Opið er til kl. 18:00.
Jón Magnus er virkin málari og hevur havt mangar framsýningar ymsastaðni. Hann hevur luttikið á sensureraðum framsýningum. Jón hevur málað, síðan hann var ungur og hevur verið á listaskúla í Danmark eitt skifti.
Stílurin er ekspressionistiskur við naturalistiskum eyðkennum og við góðum litspæli og ljósi.
Jón er frá Argjum og býr á Toftum.
Sum vant bjóðar Runavíkar kommuna til felags morgunmat í mentanarvikuni. Borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, bjóðar vælkomin og heldur røðu. Á skránni verður eisini barnaundirhald við Kæti, morgunfimleikur við Støkk og Ingi Poulsen fer at syngja og spæla nøkur løg. Afturat hesum verður felagssangur.
Øll eru hjartaliga vælkomin. Tiltakið er ókeypis.
Á skránni verður fiskibrunnur, høsnabingo, seyðahundaframsýning, ponyríðing, matsøla, teknistova og okkurt annað spennandi.
Sjálvandi verður eisini møguleiki at heilsa upp á øll djórini á garðinum aftur í ár, so sum Føroysku rossini, seyðin, hønur, dunnur, kaninir, gæs, hundar, kettu o.a.
Tiltakið sjálvt er sjálvandi ókeypis og endamálið við tiltakinum er at øll vaksin og børn kunnu hava ein hugnaligan dag saman á bóndagarðinum. Opið er til kl. 18:00.
Opið til kl. 14:00.
Opið er til kl. 21:00.
Myndaevni er úr krígnum í Ukraina, heimleys, sinnissjúk og flóttafólk, umframt onkur náttúrumynd.
Øssur Johannesen er umboðaður a listasavni Føroya, Ovartaci museum Århus, Sankt Hans museum Roskilde, European art museum Danmark og i fleiri bókum um føroyska list. Hann var bert 23 ára gamal tá hann syndi fram einsamallur á listasavninum - hann er, saman vid Rannvu Kunoy, tann yngsti sum hevur gjort tað. Øssur hevur luttikið í nógvum framsýningum í Føroyum, Danmark, Svøríki, Noreg, Áland, París, Wien og Hollandi. Hann hevur eisini skapt nógvan tonleik solo og saman vid Karsten Vogel, Hans Karl Hansen, Hjalta Joensen, Agnar Lamhauge og Rasmus Rasmussen. Øssur hevur eisini skrivað bøkur - 2 yrkingasøvn og 2 listabøkur um Frimod Joensen og Tummas Jákup Thomsen.
Listaframsýningin er opin fríggjadag frá kl. 13-18, leygardag kl. 10-16 og sunnudagin kl. 14-17
Sara Ludvig er tekstilsniðgevi við sergrein í binding. Sara fer at hava eina verkstovu í yndis bindiháttinum 'intarsia' ella gobelin binding, sum tað eisini kallast. Hesin bindiháttur ger tað møguligt at arbeiða kreativt við motivum og nógvum litskiftum. Sara fer at geva innleiðslu í forritinum 'stitchfiddle' og teim teknisku pørtunum í bindiháttinum, og luttakararnir fáa eina ítøkiliga uppgávu í intarsia, sum eggjar til spæl við litum og ymiskum tógvsløgum.
Kaffi og køka verður bjóðað. Verkstovan heldur fram til kl. 16:00.
Navia stuðlar við tógvi, so luttakararnir skulu bert hava stokkar við.
Kostnaður er 300 kr. + eitt avgreiðslugjald á 20 kr. Tað er avmarkað pláss.
Mynda- og ljóðframsýning av hersetingini. Opið er til kl. 19:00.
Víkingar gera landnám á Skipanesi
Tað er væl møguligt, at teir hava tørv á hjálp at seta upp tjald. Hvat er annars týdningarmikið at gera, tá ið mann hevur nomið land? Bál má til - kom og royn teg í at birta brandarnar. Ein heit máltíð er altíð goð at fáa eftir drúgva tíð á sjónum - man tað bera til at fáa pannukøkur? Sum øll vita eru víkingar fúsir at kappast í leikum, og hesin dagur er einki undantak. Vilt tú vera við?
Tiltakið er ókeypis og er kl.14 til 17.
Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, heldur røðu og Stranda sangkór syngur. Eftir hetta verður ein áleið ein tíma langur gongutúrur við frágreiðing við Tummas M. Jacobsen. Eisini greiða Rannvá Næs Hoydal og Andras á Lofti av Tjóðsavninum frá komandi fornfrøðiligu kanningunum. Til tiltakið verður møguleiki at keypa kaffi og vaflur við Prestá.
22., 23. og 26. apríl kl. 13 til 16 og 24. apríl kl. 14 til 20, kanst tú í telebúðini í Saltangará fara á eina spennandi ferð gjøgnum fjarskiftissøguna hjá Føroya Tele. Síggj gamlar myndir og tól, sum hava sett sín dám á menningina av telesambandinum í Føroyum – frá fyrstu telefonini til dagsins framkomnu tøkni.
Framsýning við úvaldum originalum tekningum eftir Jóannes B. lamhauge úr bókini um Magnus Heinason.
Opið er kl. 15:00 - 18:00. Tiltakið er ókeypis.
Tiltakið er ókeypis. Opið er til kl. 18:00.
Tiltakið byrjar við søgufrágreiðing og rundvísing. Bílegg við at ringja tlf. 504419 ella send ein teldupost á vikhusini1856@gmail.com.
Kostnaður er 800 kr. per persón - íroknað drekkivørur.
Danski Mads Langer leggur í ár navn og tónleik til høvuðskonsertina leygarkvøldið í mentanarvikuni. Talan er um eina nærkonsert, har allir teir góðu sangirnir eru í hásæti. Mads Langer spælir klaver og gittar, og við sær á pallin hevur hann bassleikaran Oliver McEwan.
Atongumerki á 350 kr. + 20 kr. avgreiðslugjald fæst til keyps á atgongumerki.fo. Høvuðskonsertin er útseld.
Fyri júst 20 árum síðani debuteraði Mads við staklagnum 'Breaking News', og síðani tá hevur hann givið út ørgrynnu av sokallaðum 'hittum'; m.a. 'Elephant', 'Fact Fiction', 'Flawless' og 'Overgir' mig langsomt' og 'Drømmeland'. Fyrsta heildarútgávan kom út í 2006 og síðani tá hevur hann latið 6 aðrar heildarútgávur úr hondum, og hevur framført á alskins festivalum og fyri fullsettum konserthølum. Nýggjasta heildarútgávan, 'Kærlighed & Frygt' kom út í oktober í fjør, og hetta er fyrsta útgávan við donskum tekstum. Í kjalarvørrinum á útgávuni hevði Mads 27 konsertir runt um í Danmark í fjør.
Føroyingar kenna hann kanska eisini frá sjónvarpsrøðini 'Piano', sum nýliga hevur verið víst í Kringvarpi Føroya, har Mads er ein av serfrøðingunum saman við klaverleikaranum Tanju Zapolski.
Mads er enn sum áður sera virkin sangskrivari, og seinasta útspælið hjá honum er staklagið 'Raketter' frá desember 2024.
Møguligt verður at keypa drekka og munnbitar. Eisini verður fløgan "Spegil", sum Simona Paula gav út í november 2024 til keyps.
Konsertin er ókeypis. Eftir konsertina verður pubquiz.
Danski Mads Langer leggur í ár navn og tónleik til høvuðskonsertina leygarkvøldið í mentanarvikuni. Talan er um eina nærkonsert, har allir teir góðu sangirnir eru í hásæti. Mads Langer spælir klaver og gittar, og við sær á pallin hevur hann bassleikaran Oliver McEwan.
Konsertin er útseld.
Fyri júst 20 árum síðani debuteraði Mads við staklagnum 'Breaking News', og síðani tá hevur hann givið út ørgrynnu av sokallaðum 'hittum'; m.a. 'Elephant', 'Fact Fiction', 'Flawless' og 'Overgir' mig langsomt' og 'Drømmeland'. Fyrsta heildarútgávan kom út í 2006 og síðani tá hevur hann latið 6 aðrar heildarútgávur úr hondum, og hevur framført á alskins festivalum og fyri fullsettum konserthølum. Nýggjasta heildarútgávan, 'Kærlighed & Frygt' kom út í oktober í fjør, og hetta er fyrsta útgávan við donskum tekstum. Í kjalarvørrinum á útgávuni hevði Mads 27 konsertir runt um í Danmark í fjør.
Føroyingar kenna hann kanska eisini frá sjónvarpsrøðini 'Piano', sum nýliga hevur verið víst í Kringvarpi Føroya, har Mads er ein av serfrøðingunum saman við klaverleikaranum Tanju Zapolski.
Mads er enn sum áður sera virkin sangskrivari, og seinasta útspælið hjá honum er staklagið 'Raketter' frá desember 2024.
Møguligt verður at keypa drekka og munnbitar. Pubquiz verður eftir konsertina við Simonu Paulu við bólki, ið byrjar kl. 20:00.
Tiltakið er ókeypis.
Pubquiz og dansur við Jens Marna kl. 23:00-04:00.
Neyðugt er at bíleggja pláss áðrenn við at skriva boð ella ringja á tlf. nr. 260282. Avmarkað pláss. Tiltakið kostar 100 kr. og gjaldast skal við dyrnar.
Opið er til kl. 04:00.
Ársins teknikapping á Mentanarvikuni 2025. Evnið er: andlitsmyndir.
Lat tína tekning inn á Bókasavninum við Løkin ella á Skála bókasavni, og tú hevur møguleika at vinna góðar vinningar. Allar myndirnar koma upp at hanga - og til ber at koma á Bókasanvið við Løkin á Mentanarvikuni at tekna og fáa tær íblástur.
Børnini í náttúrubarnagarðinum Víkini í Æðuvík, hava flættað saman ævintýr við náttúruni. Túrurin byrjar í Æðuvík, har sum varðagøtan byrjar. Á leiðini ber til at lesa og spæla ymisk ævintýr og samstundis uppliva ríku náttúruna. Kom og far tá tær/tykkum hugar, men minninst til góðar skógvar.