Kommunan bjóðar til felags morgunmat í Bylgjuni

Bylgjan, Runavík

Sum vant bjóðar Runavíkar kommuna til felags morgunmat í mentanarvikuni. Borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, bjóðar vælkomin og heldur røðu. Á skránni verður eisini barnaundirhald við Kæti, morgunfimleikur við Støkk og Ingi Poulsen fer at syngja og spæla nøkur løg. Afturat hesum verður felagssangur.

Øll eru hjartaliga vælkomin. Tiltakið er ókeypis.

No items found.