Á skránni verður fiskibrunnur, høsnabingo, seyðahundaframsýning, ponyríðing, matsøla, teknistova og okkurt annað spennandi.
Sjálvandi verður eisini møguleiki at heilsa upp á øll djórini á garðinum aftur í ár, so sum Føroysku rossini, seyðin, hønur, dunnur, kaninir, gæs, hundar, kettu o.a.
Tiltakið sjálvt er sjálvandi ókeypis og endamálið við tiltakinum er at øll vaksin og børn kunnu hava ein hugnaligan dag saman á bóndagarðinum. Opið er til kl. 18:00.
Mynda- og ljóðframsýning av hersetingini. Opið er til kl. 19:00.
Sofus D. Poulsen hevur listaframsýning í Bátafelagnum á Glyvrum í mentanarvikuni.
Opið er 21. - 25. apríl kl. 14:00-18:00. Tiltakið er ókeypis.
Í samband við mentanarvikuna hjá Runavíkar kommunu í ár, 2025, fer Jón Magnus Joensen at hava eina málningarframsýning í gamla handlinum hjá Pidda í Runavík. Hetta er triðju ferð, hann sýnir fram her.
Handilshølini, ið langt síðan hava latið aftur, siga frá eini farnari tíð. Hetta eru gomul sjarmerandi hús í hugnaligum umvhørvi. Tey standa niðast við sjóvarmálan innast í Runavíkar havn, nærri Gulasteinsvegur 6 í Runavík.
Tiltakið er ókeypis. Opið er til kl. 18:00.
Jón Magnus er virkin málari og hevur havt mangar framsýningar ymsastaðni. Hann hevur luttikið á sensureraðum framsýningum. Jón hevur málað, síðan hann var ungur og hevur verið á listaskúla í Danmark eitt skifti.
Stílurin er ekspressionistiskur við naturalistiskum eyðkennum og við góðum litspæli og ljósi.
Jón er frá Argjum og býr á Toftum.
Á skránni verður skrúðgonga við ítróttarfeløgum frá skúlanum við Løkin til Skótahúsið. Høgni Hoydal fer at halda flaggdagsrøðuna og hornorkestrið fer at spæla.
Frá kl. 14:00-18:00 verður framsýning av portrettum í Skótahúsinum við Løkin. Kl. 17.30 verður uppboðssøla av teimum fýra portrettunum av borgarstjórunum í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen og Tórshavnar kommunu, Elsu Berg, sum verða málaði mikudagin 23. apríl í samband við portrættmálaratiltakið. Ágóðin fer til eina stuðulsjáttan til ungt listafólk í Runavíkar kommunu.
Tiltakið er ókeypis.
Framsýning við úvaldum originalum tekningum eftir Jóannes B. lamhauge úr bókini um Magnus Heinason.
Opið er kl. 15:00 - 18:00. Tiltakið er ókeypis.
Í sambandi við portrettmálaratiltakið verða tey fýra portrettini, sum Torbjørn Olsen, Barbara Hilduberg, Bárður DC og Silja Eystberg hava málað av Tórbirni Jacobsen og Elsu Berg seld á uppboðssølu. John Andersen er Notarius Publicus. Ágóðin av søluni verður latin sum stuðul til ungt listafólk í kommununi.
Tiltakið er ókeypis. Opið er til kl. 18:00.
Lær at velta egið grønmeti, kryddurtir og summarplantur. Anette og Alma vegleiða og ráðgeva í at sáa og planta. Ver í góðum klæðum til bæði innandura og uttandura. Verkstovan heldur fram til kl. 18:30.
Tiltakið kostar 300 kr. + avgreiðslugjald á 20 kr. Íroknað prísinum er alt tilfar; mold og fræ.
Á skránni vera røður, handanir og Kappróðrafelagið NSÍ bjóðar kaffi og køkur.
Tiltakið er ókeypis.
Rutt Mikkelsen, Annika Brynhildardóttir, Birna Mikkelsen, Jette Kalsoy, Sámal Weihe og Kaj Olsen sýna ymisk listaverk fram so sum málningar, glaslist, veving og timbur. Opið er til kl. 20:00.
25. apríl kl.16:30 skipar 6. flokkur í Skála skúla fyri flaggdagshaldi við Kahyttina niðri við bátahylin á Skála. Heini Kristiansen flytur fram røðu. Aftaná er kondibingo á skránni og møguleiki verður at keypa nýbakaðar vafflur, kaffi, te og sunkist. (Hav reiðan pening við)
Hugt verður eftir fugli í haganum og á vatninum. Eisini verður tosað um serstaka fuglalívið á Toftavatni. Byrjað verður við Løkin í Runavík.
Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding á atgongumerki.fo. Tað er avmarkað pláss. Minnist til heit klæði og tak gjarna egið kaffi við til túrin.
Kamarkórið TARIRA, undir leiðslu av Bernharði Wilkinson, fer at framføra eina fjølbroytta skrá við eldri og nýggjum útlendskum kórsatsum, umframt fleiri kendum føroyskum kórperlum.
Konsertin er ókeypis.
Gongutúrur frá barakkunum inni á Fløtum, framvið oljutangunum og víðari til bumbuholini úti í Byrgi. Jóannes Djurhus greiðir frá søguni um, tá Søldarfjørður var hersett av bretum.
Túrurin verður áleið hálvanannan tíma langur. Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding á atgongumerki.fo. Tað er avmarkað pláss til túrin.
Tiltakið byrjar við søgufrágreiðing og rundvísing. Bílegg við at ringja tlf. 504419 ella send ein teldupost á vikhusini1856@gmail.com.
Kostnaður er 800 kr. per persón - íroknað drekkivørur.
Neystið letur upp kl. 19:00 og møguleiki verður at keypa eta og drekka.
Kl. 20:00-23:00 er pubquiz, og aftaná spælir Jens Marni og barrin er opin. Tiltakið endar kl. 02.00.
Tiltakið er ókeypis.
Í samband við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, var skrivikapping útskriva - í ár við evninum: monologar.
Fríggjakvøldið 25. apríl kl.19 verða vinnararnir kunngjørdir á Bókasavninum við Løkin.
Evnið fyri árligu skrivikappingina á mentanarvikuni í ár er 'monologar' og í tí sambandinum fara vit ata seta sjóneykuna á monologar innan leiklistina. Nakrir av okkara fremstu sjónleikarum fara at framføra teirra yndismonolog og talan verður bæði um klassiskar Shakespeare monologar, samtíðarmonologar og onkrar nýskrivaðar føroyskar monologar. Tey, ið framføra eru: Súsanna Tórgarð, Ria Tórgarð, Hans Tórgarð, Búi Rouch, Marita Dalsgaard, Durita Dahl Andreassen, Vár Berghamar Jacobsen og Gunnvá Zachariasen.
Rockbólkurin Adrenaline, sum upprunaliga er sprottin úr "Húsinum" í Klaksvík, hevur vunnið hjørtuni hjá mongum føroyingum við sínum melodiøsa og fangandi rocktónleiki. Við hittum sum "DNA", “Bjarta”, "Dansa”, og “Spillikassin” hevur bólkurin fingið alt størri undirtøku.
Teir hava framført kring alt landið og fanga áskoðararnar við sínum framfýsnu og undirhaldandi framførslum. Adrenaline megnar altíð at seta eitt brak av einum showið upp – sangirnir sita fast, og orkestrið strálar av spæligleði.
Limir í Adrenaline eru:
• Jónas Jacobsen (sang og gittar)
• Tórður Sóleyarson (sang og gittar)
• Jón Ari Hansen (bass)
• Høgni Sørensen (trummur)
Til konsertina í Gulu smiðju fer okkara egni húsabólkur "Gaia" at hita upp, tey hava spælt saman hetta seinasta hálva árið og leggja seg mest eftir grunge-stílinum.
Atgongumerki á 100 kr. fáast við dyrnar, ung undir 18 sleppa inn ókeypis.
Hóttafall á Bíbliubeltið
Tað er Mentanarvika í Runavík, men hvat er yvirhøvur mentanin í Runavík?
Millum mong er økið kring Skálafjørðin kent sum tað føroyska Bíbliubeltið. Men hví verður tað í grundini kallað Bíbliubeltið, hvussu nógv hevur tað við veruleikan at gera, og er tað gott ella ringt? Runavíkin er í dag tættari at høvuðsstaðnum enn nakrantíð, men stóri spurningurin er, hvør skal samleikin hjá “Runavík 2.0” vera? Skal Runavíkin gerast ein forstaður til Havnini, vera ein partur av teimum íðnaðargjørdu “Framleiðslu-Føroyum” ella okkurt heilt annað?
Tiltakið er ókeypis!
Hesar spurningar fara teir báðir Bill Justinussen og Jan Lamhauge at seta - og svara - saman við lokalu journalistunum Hilmar Jan Hansen og Una Leitisstein Hansen á tiltakinum Billbugt Live, sum er ein beinleiðis útgáva av poddvarpinum Billbugt, sum teir báðir fyrst nevndu gera fyri miðilin Frihedsbrevet.
Tað snýr seg um lokalar søgur og stórar virðisspurningar.
Ársins teknikapping á Mentanarvikuni 2025. Evnið er: andlitsmyndir.
Lat tína tekning inn á Bókasavninum við Løkin ella á Skála bókasavni, og tú hevur møguleika at vinna góðar vinningar. Allar myndirnar koma upp at hanga - og til ber at koma á Bókasanvið við Løkin á Mentanarvikuni at tekna og fáa tær íblástur.
Børnini í náttúrubarnagarðinum Víkini í Æðuvík, hava flættað saman ævintýr við náttúruni. Túrurin byrjar í Æðuvík, har sum varðagøtan byrjar. Á leiðini ber til at lesa og spæla ymisk ævintýr og samstundis uppliva ríku náttúruna. Kom og far tá tær/tykkum hugar, men minninst til góðar skógvar.