Eykakonsert við Mads Langer

Løkshøll, Runavík

Danski Mads Langer leggur í ár navn og tónleik til høvuðskonsertina leygarkvøldið í mentanarvikuni. Talan er um eina nærkonsert, har allir teir góðu sangirnir eru í hásæti. Mads Langer spælir klaver og gittar, og við sær á pallin hevur hann bassleikaran Oliver McEwan.

Atongumerki á 350 kr. + 20 kr. avgreiðslugjald fæst til keyps á atgongumerki.fo. Høvuðskonsertin er útseld.

Fyri júst 20 árum síðani debuteraði Mads við staklagnum 'Breaking News', og síðani tá hevur hann givið út ørgrynnu av sokallaðum 'hittum'; m.a. 'Elephant', 'Fact Fiction', 'Flawless' og 'Overgir' mig langsomt' og 'Drømmeland'. Fyrsta heildarútgávan kom út í 2006 og síðani tá hevur hann latið 6 aðrar heildarútgávur úr hondum, og hevur framført á alskins festivalum og fyri fullsettum konserthølum. Nýggjasta heildarútgávan, 'Kærlighed & Frygt' kom út í oktober í fjør, og hetta er fyrsta útgávan við donskum tekstum. Í kjalarvørrinum á útgávuni hevði Mads 27 konsertir runt um í Danmark í fjør.

Føroyingar kenna hann kanska eisini frá sjónvarpsrøðini 'Piano', sum nýliga hevur verið víst í Kringvarpi Føroya, har Mads er ein av serfrøðingunum saman við klaverleikaranum Tanju Zapolski.

Mads er enn sum áður sera virkin sangskrivari, og seinasta útspælið hjá honum er staklagið 'Raketter' frá desember 2024.

No items found.