Móðurmál okkara er undir trýsti – serliga frá enskum, og málið broytist skjótt. Ung tala ofta enskt sínámillum. Hvat merkir hetta fyri framtíðina hjá føroyskum?
Kom á málorðaskifti á Mentanarvikuni, har Eirikur í Jákupsstovu, Óluva Klettskarð, Marius DC og Theodor Eli Dam Olsen skifta orð um føroyskt og enskuávirkan. Vit tosa um mál og vitlíki, føroyskt og tekstir – og hvat skal málmyndugleikin gera?
Orðaskiftið verður stýrt av Solby Christiansdóttir. Høvi verður at seta spurningar.
Kom til áhugavert orðaskifti í Løkshølltýskvøldið 22. apríl klokkan 19.00.
Móðurmál okkara er undir áhaldandi trýsti og ávirkan uttaneftir - serliga av enskum - og málið broytist skjótt í hesum døgum. Tað er ikki óvanligt at hoyra ung og børn tosa enskt sínámillum. Málorðaskiftið verður á mentanarvikuni, har Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í mentamálum, Óluva Klettskarð, Føroyamál, Marius DC, tónleikari og Theodor Eli Dam Olsen, limur í Málráðnum, fara at skifta orð um ensku ávirkanina á føroyskt. Komið verður inn á munin á at skriva tekstir á føroyskum og enskum, á føroyskt og vitlíki, eins og spurt verður, um vit skulu taka tað fremmanda til okkum, og hvat føroyski málmyndugleikin sigur til rákið, sum tykist vera í dag. Solby Christiansdóttir, journalistur, stýrir orðaskiftinum. Høvi verður at seta spurningar.