Heimablídni og ullarhugni í Elduvík

Undir Reyni 6, Elduvík

Vælkomin til heimablídni og ullahugna í Eldvuvík i Mentanarvikuni

Frida fer at borðreiða við heimabakaðum breyðivið turrum kjøti, skinsað kjøti, rullupylsu og rullusteik. Kjøtið er alt stuttfluttav egnum bóndagarði hjá henni og manninum, Pól Jóhannus. Omaná heimabakaðabreyðið við viðskera fer Frida at bjóða kaffi, te og okkurt gott afturvið.

Afturat øllum hesum hevur Frida spurt seg fyri hjá Spinnarínum við Ánna í Skopun um at koma framvið og greiða frá teirra virksemi. Tey fara at vísa á ullvøru og greiða frá, hvussu arbeitt verður við ull so sumat vinda tógv upp í hespu. Til tiltakið verður eisini møguligt at ogna sær vørufrá Spinnarínum við Ánna.

Kostnaður fyri tiltakið er 200 kr. + eitt avgreiðslugjald á 10 kr. pr. persón og til ber at keypa atgongumerki á atgongumerki.fo.

Seinasta freist at melda til tiltakið er fríggjadagin 25. apríl kl. 18.00.

No items found.