Kristina Thede Johansen og Ernst Remmel fara at hava konsert í Gjónni í Elduvík. Kristina spælir saksofon og Ernst trompet. Konsertin verður áleið ein hálvan tíma lang.
Um veðrið ikki verður til vildar, verður konsertin inni í kirkjuni í Elduvík. Konsertin er ókeypis.
Eftir konsertina ber til at bíleggja sær pláss til heimablídni og ein góðan bita hjá Fridu í Elduvík. Til ber at lesa meira um hetta tiltakið og keypa atgongumerki til heimablídni á atgongumerki.fo.